Episodios

  • Hermann & Helmsdal - Beverly Hills Cop 4/80'ara Action Skemtifilmar
    Jul 12 2024

    Saman við Rúna Friis, hava H&H hugt eftir Netflix aktuella Beverly Hills Cop, sum er tann 4. filmurin í filmsrøðini um Axel Foley. Við støði í Beverly Hills Cop tosa vit um Eddie Murphy, stand-up, skemtifilmar, 80'ini, buddy cop action filmar.... ja, í stuttum, so verður nørd-o-metrið sprongt í luftina í hesum nýggjasta partinum av H&H.

    Más Menos
    54 m
  • Hermann & Helmsdal - Sakaris Stórá
    Jul 5 2024

    Sakaris er føroyingur! Sakaris er skopuningur! Sakaris ger filmar!
    í 2012 gjørdist Sakaris fyrsti vinnarin av Geytanum, og hetta var fyri filmin Summarnátt. Eisini hevur hann gjørt filmin Vetrarmorgun, sum varð virðisløntur á altjóða Berlin Filmfestival. (Vetrarmorgun vann IKKI Geytan hetta árið), men (í núvernadi løtu) er Sakaris kanska mest kendur fyri at gera filmin Dreymar við Havið.

    Sakaris bæði leikstjórar og skrivar sínar egnu filmar, og í dagsins H&H tosa vit við Sakaris um hansara lívsleið innan film; hvussu gjørdist hannfilmsleikstjóri, og hvussu arbeiðir hann? Hvussu sær hann film sum listagrein?


    Más Menos
    1 h y 31 m
  • Hermann & Helmsdal - Horizon ummæli og kovboyfilmar generelt
    Jun 28 2024

    Í hesum partinum loypa vit í saðilin og ummæla fyrsta part av episku kovboyfilms verkætlanini hjá Kevin Costner: “Horizon: An American Saga.”

    Vit borðreiða eisini við einum snarskeiði í nøkrum, sum liggur øllum føroyingum sera nær: Koboyfilmssøgan! Yeehaw!

    Más Menos
    1 h y 6 m
  • Hermann & Helmsdal tosa við Eir í Ólavstovu
    Jun 21 2024


    Vit siga ofta at Atlantic Rapsody er tann fyrsti føroyski filmurin. Hetta var í 1989, men Eir skrivaði og gjørdi sjónvarps barnafilmin Alfred longu í 1986, so kanska føroyska filmsøgan skal umskrivast eitt sindur?
    Eir hevur verið við heilt frá byrjanini! Sum fáur hevur hon verið við til at menna, skapa og forma tað føroyska miðlandslagið. Hon var við sum ung genta, tá Krigvarpið (Svf) byrjaði í 1984, har hon arbeiddi saman við Zacharias Hammer og gjørdi m.a. barnaløtuna, sum var ein tann fyrst framleidda sendingin í føroyskari sjónvarpssøgu - áðrenn Dagur og Vika!
    Í dag kenna vit Eir kanska best sum ein dokumentarist. Hon hevur vunnið Geytavirðislønina fyri filmin Sálarhvøl og hevur fleiri spennandi verkætlanir í stoypiskeiðini.

    Alt hetta, við meira, tosa vit við Eir um í heusm partinum av Hermann & Helmsdal.

    Más Menos
    1 h y 20 m
  • Hermann & Helmsdal - Føroyskur filmskúli er settur á stovn!
    Jun 14 2024
    Anton Petersen og Gorm Just hava stovnað ein føroyskan filmskúla, sum byrjar longu í august!!!

    Más Menos
    29 m
  • Hermann & Helmsdal um Filmshúsið - vit hitta Marjun Niclasen
    Jun 7 2024

    Filmshúsið hevur fingið nýggjan stjóra!

    Tí vóru vit sjálvandi við til almennu móttøkuna hjá nýggja stjóranum Marjun Niclasen, á Vestaru bryggju, fríggjadagin 31/05/24.

    Mikudagin settu vit so Marjun stevnu, fyri at hoyra eitt sindur um hana, um filmshúsið og um hennara ætlanir við filmshúsinum næstu árini.

    Más Menos
    1 h y 16 m
  • Hermann & Helmsdal - Challengers/Immaculate ummæli.
    May 31 2024

    Hermann & Helmsdal ummæla aktuellu filmarnar Challengers við Zendayu í høvuðsrolluni og ræðufilmin Immaculate, har Sydney Sweeney hevur høvuðsrolluna. Tær ungu Sweeney og Zendaya eru báðar kendar úr røðini Euphoria og m.a. hugleiða Hermann & Helmsdal um, hvørjar tær "nýggju" ungu filmstjørnurnar munnu vera í dag? Tosað verður um góð og ring sjónleikara avrik, musicals, ræðufilmar. Vit seta eisini spurningin; nær er filmur so vánaligur, at ein reisir seg og fer úr biografinum?

    Más Menos
    1 h y 13 m
  • Hermann & Helmsdal Cannes SPECIAL! og Furiosa ummæli
    May 24 2024

    Í hesum serliga partinum av Hermann & Helmsdal geva vit okkara ummæli av filminum Furiosa og vit hoyra eina spennandi frásøgn frá sjálvum Cannes filmfestivalinum, har Gudmund var við til heimsfrumsýningina av Furiosa: A Mad Max Saga. (Herman var altso IKKI við í Cannes. Vit skulu líka undirstrika enn eina ferð, at Hermann var verandi heima í Føroyum, ímeðan Gudmundur var í Cannes. Altso: Gudmundur var í Cannes, sum er í Fraklandi. Hermann var ikki í Cannes, tí hann var í Føroyum, sum jú ikki er í Fraklandi)

    Más Menos
    1 h y 19 m