Episodios

  • Kappróðrarsendingin á Rás 2 frá 03.07.2024
    Jul 3 2024

    Kappróðrarárið gongur við rúkandi ferð, og eru longu fýra av sjey FM-róðrum farnir afturum. Í summum róðrum eru fleiri um boðið at vinna FM, meðan í øðrum róðrum bara veksur munurin í stigum. Tó, at kapping kanska er millum bátarnar aftanfyri nummar eitt. Hetta og ymiskt annað práta tey fýra, Jannie Dam Jacobsen, Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, Petur Hansen og verturin Petur í Gong um í hesi tíggindu sendingini um kappróður í summar.

    Más Menos
    53 m
  • Kappróðrarsendingin á Rás 2 frá 26.06.2024
    Jun 26 2024

    Mikudagur er, og tað merkir ein nýggj og fesk sending um kappróður á Rás 2. Hesaferð eru tað kendi rógvarin Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, tøkningurin Petur Hansen og verturin Petur í Gong, ið taka samanum róðrarnar frá jóansøku, og meta um vánirnar til komandi fjarðastevnu. Prátað verður eisini við Tummas Olsen, formann í róðrardeild VÍF's um fjarðastevnuna, og um kappróðurin í Vestmanna. Gerið so væl.

    Más Menos
    52 m
  • Kappróðrarsendingin á Rás 2 frá 19.06.2024
    Jun 19 2024

    Enn ein mikudagur merkir enn ein sending um kappróður. Hesaferð náddu vit tríggir, Petur Hansen, Jan Herman Hansen og undirritaði Petur í Gong at umrøða sundalagsstevnu, avlýsta barnaróðurin, prátaðu við forkvinnuna í VK um jóansøku, umframt startrøðina tá, og hugleiddu annars um mangt og hvat á leiðini. Tað kann vera, at tað til tíðir bleiv eitt maratonprát, men soleiðis er við kappróðri. Har er altíð nógv at siga frá, og kortini sigur man bara frá helvtini. Lurtið sjálvi, og metið um.

    Más Menos
    55 m
  • Kappróðrarsendingin á Rás 2 frá 12.06.2024
    Jun 12 2024

    So var enn ein kappróðrarsending skotin avstað. Hesaferð práta við við ein av fyrireikarunum av sundalagsstevnu í Kollafirði leygardagin, Berg Robert Dam Jensen, meta um veðrið, halda okkum vita betri enn Sverri hvussu man vinnur ein róður, doping og annað mangt. Alt meðan vit flyta okkum á eini knívsegg fyri ikki at fornerma nakran. Hinvegin er tað bara gott, um sendingin kann elva til kjak. Eftir er bara at ynskja tykkum øllum eina góða sundalagsstevnu.

    Más Menos
    53 m
  • Kapróðrarsendingin á Rás 2 frá 05.06.2024
    Jun 5 2024

    So var enn ein kappróðrarsending í luftini við áhugaverdari gjøgnumgongd av róðrunum á norðoyastevnu, har Sarita Kristina Hansen og Petur í Gong práta um, og viðmerkja hvønn róður sær, umframt allar smálutirnar, sum nátúrliga hoyra stevnum til. At enda nøkur orð um inniróður, og hvat tað inniber at luittaka á hægsta støði. Tað megna føroyingar so væl. Lurtið og spjaðið.

    Más Menos
    55 m
  • Kapróðrarsendingin á Rás 2 frá 29.05.2024
    May 29 2024

    So er enn ein sending um kappróður farin í luftina. Og tað skal ikki vera lygn, men alt vita vit um alt møguligt. Ella halda okkum vita. Hesaferð nurtu vit við søguna um norðoyastevnu, ódnartøk samanborin við vanligu FM kappingina, luttøkan leygardagin samanborin við undanfarin ár, undirtøkan í ymsu róðrunum, Sverri og World Cup, gentur sum gevast í ítrótti og veðrið í Klaksvík leygardagin. Blandaði bomm, kundi man sagt. Men vónandi fáa tit lurtarar eisini okkurt burturúr. Lovorð og last eru sjálvandi vælkomin.

    Más Menos
    55 m
  • Kappróðrarsendingin á Rás 2 frá 22.05.2024
    May 22 2024

    Aftur í dag tóku vit samanum róðrarnar frá síðstu ódnardøkunum í ár, har vit eisini funnu vinnararnar. Hvat hevur tað at siga til norðoyastevnuróðurin? Vit ringdu til Teit Samuelsen um upprunan til ódnartøkini. Eitt sera upplýsandi prát. Og at enda komu vit inn á danska áttaran, sum í Sveis hevði róð seg til OL, enntá við føroysku Sáru Mariu Johansen umborð.

    Más Menos
    54 m
  • Kappróðrarsendingin á Rás 2 frá 15.05.2024
    May 15 2024

    Aftur í dag, hendan mikudag, hava teir tríggir, Jan Herman Hansen, Petur Hansen og verturin Petur í Gong prátað um kappróður og ódnartøk. Prátað varð serliga um róðrarnar í øðrum umfari av kappingini, og samlaða stigatalið fram til triðja umfar. Trivið varð í góðu luttøkuna, nú heili 71 manningar hava meldað seg til triðja umfar, sum verður í Miðvági leygardagin átjanda mai. Eisini prátaðu vit við Saritu Kristinu Hansen, sum saman við Marius Alberti tók á seg vegna RSF at halda skeið í tí at stýra einum kappóðrarbáti. Vit nurtu har aftrat við komandi kappingina fyri áttarar, sum áttamannafør eita tá tey eru útriggarar, og hvussu hesi hava møguleikan at rógva seg til luttøku í OL. Føroyingurin Sára Maria Johansen rør í danska bátinum. Meira um tað næsta mikudag.

    Takk tit, sum lurtaðu, og eisini takk tit, sum sendu viðmerkingar inn á SMS 781214. Næsta mikudag kl. 16 verður kappróðrarsendingin aftur á skránni.


    Más Menos
    55 m