Episodes

  • Kappróðrarsendingin á Rás 2 frá 31.07.2024
    Jul 31 2024

    So er ólavsøka enn einaferð farin afturum, og allir føroyameistararnir fyri 2024 funnir. Í hesari seinastu kappróðrarsendingini í ár taka vit fýra, Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, Sonja Ravnsfjall Kjølbro, Petur Hansen og verturin Petur í Gong samanum ólavsøkuróðrarnar og endaligu stigini, umframt, at vit práta eitt sindur um sjálvboðið felagsarbeiði og RSF. Takk fyri í ár, og takk fyri, at tit tímdu at lurta. Vónandi fingu tit okkurt burturúr.

    Show more Show less
    55 mins
  • Kappróðrarsendingin á Rás 2 frá 24.07.2024
    Jul 24 2024

    At frætta um kappróður frá okkara blómandi ungdómi, teimum, sum standa mitt í leikum, kann illa blíva meira áhugavert og spennandi enn sum í hesari sendingini. Her ditta tær báðar, Birita á Sílinum og Jórun á Hvalinum, sær at peila eitt sindur av um róðrarnar á ólavsøku. Yvirhøvur ein áhugaverd sending og eitt áhugavert prát. Næst seinasta sendingin í røðini í summar. Næsta mikudag verða vit aftur við síðstu sending.

    Verturin er Petur í Gong

    Show more Show less
    55 mins
  • Kappróðrarsendingin á Rás 2 frá 17.07.2024
    Jul 17 2024

    Enn ein sending um kappróður, har vit røra við eitt sindur av hvørjum. Ikki minst nú endaúrslitini taka skap. Lurtið og øtist

    Show more Show less
    56 mins
  • Kappróðrarsendingin á Rás 2 frá 10.07.2024
    Jul 10 2024

    So er enn ein róðrarstevna farin afturum, og merkir tað enn eitt gott prát um kappróður á Rás 2. Hesaferð taka Jannie Dam Jacobsen, Jan Herman Hansen og verturin Petur í Gong millum annað samanum róðrarnar á eystanstevnu, um ávirkan frá veðrinum, at rógva kapp í keðiligum veðri, gul kort, vestanstevnu komandi leygardag og annað mangt. Eitt sindur fyri hvørt oyra.

    Show more Show less
    55 mins
  • Kappróðrarsendingin á Rás 2 frá 03.07.2024
    Jul 3 2024

    Kappróðrarárið gongur við rúkandi ferð, og eru longu fýra av sjey FM-róðrum farnir afturum. Í summum róðrum eru fleiri um boðið at vinna FM, meðan í øðrum róðrum bara veksur munurin í stigum. Tó, at kapping kanska er millum bátarnar aftanfyri nummar eitt. Hetta og ymiskt annað práta tey fýra, Jannie Dam Jacobsen, Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, Petur Hansen og verturin Petur í Gong um í hesi tíggindu sendingini um kappróður í summar.

    Show more Show less
    53 mins
  • Kappróðrarsendingin á Rás 2 frá 26.06.2024
    Jun 26 2024

    Mikudagur er, og tað merkir ein nýggj og fesk sending um kappróður á Rás 2. Hesaferð eru tað kendi rógvarin Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, tøkningurin Petur Hansen og verturin Petur í Gong, ið taka samanum róðrarnar frá jóansøku, og meta um vánirnar til komandi fjarðastevnu. Prátað verður eisini við Tummas Olsen, formann í róðrardeild VÍF's um fjarðastevnuna, og um kappróðurin í Vestmanna. Gerið so væl.

    Show more Show less
    52 mins
  • Kappróðrarsendingin á Rás 2 frá 19.06.2024
    Jun 19 2024

    Enn ein mikudagur merkir enn ein sending um kappróður. Hesaferð náddu vit tríggir, Petur Hansen, Jan Herman Hansen og undirritaði Petur í Gong at umrøða sundalagsstevnu, avlýsta barnaróðurin, prátaðu við forkvinnuna í VK um jóansøku, umframt startrøðina tá, og hugleiddu annars um mangt og hvat á leiðini. Tað kann vera, at tað til tíðir bleiv eitt maratonprát, men soleiðis er við kappróðri. Har er altíð nógv at siga frá, og kortini sigur man bara frá helvtini. Lurtið sjálvi, og metið um.

    Show more Show less
    55 mins
  • Kappróðrarsendingin á Rás 2 frá 12.06.2024
    Jun 12 2024

    So var enn ein kappróðrarsending skotin avstað. Hesaferð práta við við ein av fyrireikarunum av sundalagsstevnu í Kollafirði leygardagin, Berg Robert Dam Jensen, meta um veðrið, halda okkum vita betri enn Sverri hvussu man vinnur ein róður, doping og annað mangt. Alt meðan vit flyta okkum á eini knívsegg fyri ikki at fornerma nakran. Hinvegin er tað bara gott, um sendingin kann elva til kjak. Eftir er bara at ynskja tykkum øllum eina góða sundalagsstevnu.

    Show more Show less
    53 mins